Flutningur

Flutningur

SANDSHIP er ein flutningsfyritøka sum eigur og rekur 4 farmaskip. Harumframt innleiga vit eisini fleiri onnur skip til at flyta fyri okkum.

Vørunar vit flyta eru í høvuðsheitum: sandur, skervur, laksafóður og rávørur til fóðurframleiðslu.

Flutningurin fer fram um alt norður Europa, men tó hava vit regluligan flutning úr Noregi og Skotlandi til Føroya.

Mest sum øll skipini vit nýta eru sjálvlossara, tvs. at talan er um skip, sum hava egna gravimaskinu/krana umborð.