Søgan

Søgan

P/F Sandgrevstur er ein familjufyritøka, ið var stovnað í 1949 av Gordon Midjord, sum var abbi núverðandi stjóran Gordon Martin Midjord.

Sostatt er tað 3. ættarlið sum eigur og rekur fyritøkuna í dag.

Í millum hesar báðar fyrrnevndu, var tað Petur Midjord – vanliga nevndur Rikku Petur – sum saman við konu síni Ásu (f. Simonsen) stjórnaði fyritøkuni, inntil 19xx tá ið sonur teirra Gordon M. Midjord tók yvir fyritøkuna.

Tá fyritøkan byrjaði, var høvuðsvirksemið at pumpa sand og ral, sum síðan var selt til virkir og einstaklingar. Ein týðandi partur av virkseminum var at gerða útdýpingar av havnaløgum, nýgerð av kajum, o.l. Lastbilakoyring var eisini partur av virkseminum hjá felagnum líka frá stovnan til 2008, tá avgerð bleiv tikin um at selja lastbilarnar og gevast við hesum partinum av virkseminum.

Sum tíðin leið mentist felagið og virksemið øktist. Fleiri skip vóru keypt og virksemið kom í størri mun at umfata fraktsigling millum lond, men tó er enn framvegis nakað av virksemi viðv. pumping og útdýping.

Sandrevstur hevur eisini fingist við fiskiskap. Gjøgnum árini hevur felagið einsamalt átt og rikið 3 fiskiskip og verið parteigari í einum fjórða.

Sandgrevstur eigur og rekur í løtuni 5 farmaskip, men felagið innleigar eisini onnur skip til sítt virksemi.

Seinastu árini er størri dentur lagdur á, at fara út um landoddarnar at arbeiða og sum støðan er í dag, eru øll skipini í vinnu uttanlanda.

Tá felagið í 2019 fylti 70 ár, bleiv avgjørt at skifta búmerki og í størri mun at fara yvir til at nýta hjánavnið SANDSHIP.