Um okkum
Um okkum
P/F Sandgrevstur varð stovnað í 1949 og hevur líka síðan tá fingist við at reka skip og selja sand og grús.
Nýggji samleikin SANDSHIP varð tikin í nýtslu í 2019.
Fyritøkan eigur og rekur farmaskip og hevur høvuðsskrivstovu í Fuglafirði.
Sand-, skervsølan er á Sundi, og stórur goymslubygningur er á Toftum, har vit bjóða goymsluloysnir til okkara kundar.
Ein stórur partur av virkseminum hjá, er at selja og flyta rávørur til framleiðslu av betong og asfalt.
Felagið tekist eisini við annað virksemi, men stutt kan sigast, at núverðandi virksemi hjá fyritøkuni umfatar hesar høvuðsbólkar:
- sjóvegis flutningur við egnum og innleigaðum skipum
- søla av tilfari til betong- og asfaltframleiðarar, entreprenørar, einstaklingar o.o.
- sand og ral pumping
- logistikkur av alifóðri
- agentvirksemi
Umleið 50 fólk arbeiða í løtuni hjá SANDSHIP.