Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um okkum /
Søgan

Søgan.

P/F Sandgrevstur er eitt familjufelag, sum varð stovnað í 1949 av Gordon Midjord, abbanum hjá núverandi stjóra, Gordon Martin Midjord.

Tað er sostatt triðja ættarlið, sum eigur og rekur felagið í dag.

Ímillum hesi bæði ættarliðini var tað Petur Midjord – vanliga nevndur Rikku Petur – sum saman við konuni Ásu (f. Simonsen) umsiti felagið fram til fyrst í 2000’unum, tá sonurin, Gordon Martin Midjord, tók yvir raksturin.

Tá felagið byrjaði, var høvuðsvirksemið at pumpa sand og grót, sum varð selt til vinnufeløg og privatar. Ein týðandi partur var eisini at dýpa havnir, gera havnarløg o.s.fr. Flutningur við lastbilum var eisini ein partur av virkseminum frá byrjanini og fram til 2008, tá avgerð varð tikin um at selja lastbilarnar og steðga hesum partinum av virkseminum.

Eftir hondini mentist felagið, og virksemið vaks. Fleiri skip vórðu keypt, og virksemið fevndi í nógv størri mun um farmasigling millum lond. Kortini er framvegis eitt sindur av virksemi innan pumping og dýping.

P/F Sandgrevstur hevur eisini havt virksemi innan fiskivinnu. Ígjøgnum árini hevur felagið sjálvt átt og rikið trý fiskiskip og verið partaeigari í einum fjórða.

Í dag eigur og rekur P/F Sandgrevstur fýra farmaskip, men felagið chartarar eisini onnur skip til sítt virksemi.

Seinastu árini hevur størri dentur verið lagdur á at reka uttanlands, og í dag sigla øll skipini uttanlands.

Tá felagið hátíðarhelt 70-ára stovningardagin í 2019, varð avgjørt at broyta búmerkið og í størri mun brúka tað altjóða navnið PF SANDSHIP.