Um Sandship.

Sandship hevur síðani stovnan í 1949 arbeitt við skiparakstri og sølu av sandi og gróti.
Felagið eigur og rekur farmaskip, og høvuðsskrivstovan er í Fuglafirði. Sand- og grótvirksemið og maskinverkstaðurin eru eisini staðsett í Fuglafirði, meðan stóra goymsluhøllin er í bygdini á Toftum, har vit bjóða kundum okkara goymsluloysnir.
Ein stórur partur av okkara virksemi er søla og flutningur av rávørum til framleiðslu av betongi og asfalt.Felagið hevur eisini onnur virksemi, men í stuttum kunnu høvuðsomráði felagsins lýsast soleiðis:
- Sjóflutningur við egnum ella chartaraðum skipum
- Søla av tilfari til betong- og asfaltframleiðarar, entreprenørar, privatar kundar o.o.
- Pumping av sandi og gróti
- Fóðurlogistikkur
- Agentvirksemi
Umleið 50 fólk starvast hjá Sandship.